EM-lutakastið hjá U18 og U20 manslandsliðunum

Lutakastini til U18- og U20 EM-endaspølini hjá monnum eru greið

Mynd: Jure Erzen

HSF skrivar:

 

- Lutakastini til U18- og U20 EM-endaspølini hjá monnum hava verið í dag. U18-landsliðið var í øðrum styrkislagi og kom í bólk F saman við Spania, Eysturríki og Finnlandi, meðan U20-landsliðið, sum var í triðja styrkislagi, kom í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi.

 

Talan er um fyrstu altjóða skrásettu dystirnar hjá U18-árganginum og er tískil ilt at meta um mótstøðuliðini hjá U18. U20-menninir komu í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi. Serbia gjørdist nr. 6 í U18 EM-endaspælinum og nr. 10 í U19 HM-endaspælinum. Sveis gjørdist nr. 11 í bæði U18 EM-endaspælinum og í U19 HM-endaspælinum. Turkaland vann seg hvørki til U18 EM-endaspælið ella U19-HM-endaspælið. Føroyar gjørdust nr. 15 í U18 EM-endaspælinum og nr. 19 í U19 HM-endaspælinum. U20 EM-endaspælið verður leikt í býunum Cluj og Turda í Rumenia í døgunum 8. – 19. juli.

 

Lutakastið:

 

EHF EURO – U18 menn

Beograd, Serbia, 29. juli -9. august 2026

Bólkur A: Svøríki, Slovenia, Frakland, Norðurmakedonia

Bólkur B: Týskland, Serbia, Italia, Turkaland

Bólkur C: Portugal, Kroatia, Kekkia, Ísrael

Bólkur D: Ungarn, Ísland, Sveis, Montenegro

Bólkur E: Danmark, Noreg, Slovakia, Pólland

Bólkur F: Spania, Føroyar, Eysturríki, Finnland

 

EHF EURO – U20 menn

Cluj/Turda, Rumenia 8.-19. juli 2026

Bólkur A: Týskland, Portugal, Frakland, Grikkaland

Bólkur B: Serbia, Sveis, Føroyar, Turkaland

Bólkur C: Ísland, Spania, Eysturríki, Lettland

Bólkur D: Danmark, Noreg, Kroatia, Norðurmakedonia

Bólkur E: Svøríki, Rumenia, Ísrael, Bosnia Hersegovina

Bólkur F: Ungarn, Slovenia, Kekkia, Pólland

 

Mynd: Jure Erzen