Í morgin klokkan 16 verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.
32 lið eru styrkismett í 4 bólkar og eru Føroyar er styrkismett í fjórða bólki. Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari saman við fýra teimum bestu 3´arunum. Bólkarnir síggja soleiðis út.
1 Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Frakland, Slovenia, Kekkia og Ísland.
2 Eysturríki, Hvítarussland, Portugal, Norðurmakedonia, Serbia, Russland, Montenegro og Holland.
3 Sveis, Litava, Rumenia, Bosnia og Hersegovina, Ukraina, Lettland, Pólland og Belgia.
4 Finnland, Italia, FØROYAR, Turkaland, Ísrael, Estland, Grikkaland, Kosovo.
Frá klokkan 16.05 fylgir reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal lutakastinum beinleiðis saman við Mark Marcher frá HSF, og Helga H. Hoydal, landsliðsspælara í Rásarúminum hjá FM1.
Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar inn til nummar 559999.











