EM-lutakast: Rói ynskir Danmark - Allan ynskir Ísland

(EM) Her eru liðini Rói Berg Hansen og Allan Norðberg ynska at koma í bólk saman við til EM-endaspælið í Týsklandi í januar

Í morgin klokkan 16.45 verður hátíðarstund hjá føroyskum hondbólti og hjá føroyskum ítrótti. 

 

Tá verður EM-lutakastið í Düsseldorf í Týsklandi, har vit skulu parast við trý onnur lond í einum innleiðandi bólki. 

 

Føroyar eru saman við Montenegro, Sveis, Rumenia, Grikkalandi og Georgia í tí fjórða og niðasta styrkisbólkinum.

 

Fýra norðurlond eru í ovasta styrkisbólkinum Norðurlond eru sterk í hondbólti, og sannlíkindini fyri, at vit koma í bólk við eitt norðurland eru rættiliga stór. Í ovasta styrkisbólkinum eru bæði Danmark, Svøríki, Ísland og Noreg. Hini bæði liðini í ovasta styrkisbólkinum eru Spania og Frakland. Í næstovasta styrkisbólkinum eru Týskland, Niðurlond, Ungarn, Slovenia, Portugal og Eysturríki. Í triðja styrkisbólkinum eru Kroatia, Póland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedonia og Bosnia Hersogovina. Longu nú er staðfest, at Ísland verður í bólki C, og fer at spæla sínar bólkadystir í München. Noreg verður í bólki D, og fer at spæla sínar bólkadystir í Berlin. Svøríki verður í bólki E, og fer at spæla sínar bólkadystir í Mannheim. Danmark verður í bólki F, og fer at spæla sínar bólkadystir í olympisku høllini í München.

 

Spurdur hvønn hann ynskir at vera í bólki saman við svarar Allan Norðberg: - Tað altíð stuttligt at fáa eina grannauppgerð, og so er ein eisini komin at kenna nakrar á Íslendska landsliðnum gjøgnum árini. Og so ynski eg antin Eysturíki ella Norðurmakedonia - eg trúgvi at tey passa væl til okkara spælistíl, og eg haldi, at vit kunnu revsa tey við okkara skjóta spælistíli, sigur Allan.

 

Rói Berg Hansen sigur, at hann ynskir Danmark úr styrkisbólki 1, og Týskland frammanfyri 50.000 áskoðarum úr styrkisbólki 2. Rói dugir ikki at siga hvønn hann ynskir úr styrkisbólki 3.