EM-lutakast: Pauli Mittún ynskir Frakland - Óli Mittún ynskir Ísland

(EM) Her eru liðini Mittún-brøðurnir, Pauli og Óli ynska at koma í bólk saman við til EM-endaspælið í Týsklandi í januar

Í morgin klokkan 16.45 verður hátíðarstund hjá føroyskum hondbólti og hjá føroyskum ítrótti. 

 

Tá verður EM-lutakastið í Düsseldorf í Týsklandi, har vit skulu parast við trý onnur lond í einum innleiðandi bólki. 

 

Føroyar eru saman við Montenegro, Sveis, Rumenia, Grikkalandi og Georgia í tí fjórða og niðasta styrkisbólkinum.

 

Fýra norðurlond eru í ovasta styrkisbólkinum Norðurlond eru sterk í hondbólti, og sannlíkindini fyri, at vit koma í bólk við eitt norðurland eru rættiliga stór. Í ovasta styrkisbólkinum eru bæði Danmark, Svøríki, Ísland og Noreg. Hini bæði liðini í ovasta styrkisbólkinum eru Spania og Frakland. Í næstovasta styrkisbólkinum eru Týskland, Niðurlond, Ungarn, Slovenia, Portugal og Eysturríki. Í triðja styrkisbólkinum eru Kroatia, Póland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedonia og Bosnia Hersogovina. Longu nú er staðfest, at Ísland verður í bólki C, og fer at spæla sínar bólkadystir í München. Noreg verður í bólki D, og fer at spæla sínar bólkadystir í Berlin. Svøríki verður í bólki E, og fer at spæla sínar bólkadystir í Mannheim. Danmark verður í bólki F, og fer at spæla sínar bólkadystir í olympisku høllini í München.

 

Spurdur hvønn hann ynskir at vera í bólki saman við svarar Pauli Mittún: - Eg ynski Frakland, Týskland og Bosnia. Hugsi at tað er nokk so kul at spæla ímóti Fraklandi, og at spæla ímóti Týsklandi á útivølli við fullari høll. Og so kann ein vóna at kunna taka eitt stig ímóti Bosnia, tí móti liðunum úr tveimum teimum ovastu styrkisbólkunum verður tað uttan iva torført at fáa stig, óannsæð hvat, sigur Pauli.

 

Yngsti maðurin í EM-hópinum verður væntandi Óli Mittún. Um EM-lutakastið sigur Óli: - Tað er eitt sindur torført at velja eitt lið úr styrkisbólki 1, men skal eg velja nakran, so velji eg Ísland, tí eg hugsi, at vit høvdu passað best til teir. Úr styrkisbólki 2 Niðurlond, tí teir líkjast eisini nógv okkum í spælistíli. Úr styrkisbólki 3 hevði eg valt Bosnia ella Norðurmakedonia, tí tey eru tey veikastu liðini í tí styrkisbólkinum, sigur Óli.