Hondbóltur
Fríggjakvøldið 18. apríl verður lutakast í EHF, hvussu Føroyar skulu spæla í undankappingini til EM 2010, ið verður í Eysturríki.
Føroyar koma í ein bólk við seks londum, og tað er greitt, at Russland, Pólland ella Ísland eisini verða í okkara bólki.
Styrkismett sum tvey’arar eru: Slovenia, Noreg, Ungarn, Svøríki, Serbia, Kekkia og Ungarn, og seedað sum trý’arar eru: Slovakia, Sveis, Portugal, Hvítarusland, Rumenia, Litava og Makedonia.
Dystirnir í undankappingini skulu spælast á heysti 2008 og á vári 2009.
Liðini skulu spæla ein útidysti og ein heimadyst. Vøllurin, sum spælast skal á, skal bert hava strikur til hondbólt og kann bert hava eitt ávíst tal av lýsingum á.










