EM-lutakast: Átta leikarar ynska Ísland, tríggir Danmark og tveir Noreg

8 av 14 av EM-hetjunum in.fo hevur spurt ynska Ísland úr styrkisbólki 1

Klokkan 16.45 verður tann stóra løtan, tá vit fara at finna útav hvørjum trimum liðum vit skulu møta í innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar komandi ár.

 

Lutakastið fer fram í Düsseldorf í Týsklandi. 

 

Londini í styrkisbólki 1 eru Spania, Frakland, Danmark, Svøríki, Ísland og Noreg.

 

Í næstovasta styrkisbólkinum eru Týskland, Niðurlond, Ungarn, Slovenia, Portugal og Eysturríki.

 

Føroyar eru saman við Montenegro, Sveis, Rumenia, Grikkalandi og Georgia í tí fjórða og niðasta styrkisbólkinum.

 

In.fo hevur spurt 14 av føroysku EM-hetjunum hvønn teir kundu hugsað sær at spælt ímóti.

 

Átta av 14 leikarum ynska Ísland úr potti 1. Tríggir ynska Danmark, tveir ynska Noreg og ein ynskir Frakland. 

 

Úr næstovasta styrkisbólkinum ynska fimm av føroysku leikarunum Niðurlond sum mótstøðulið, fýra ynska Eysturríki, fýra ynska vertstjóðina, Týskland og ein ynskir Slovenia. 

 

Úr styrkisbólki 3 ynska fimm av føroysku leikarunum Bosnia sum mótstøðulið, fimm ynska Norðurmakedonia, ein ynskir Kekkia, og tríggir vóru ikki vísir í hvønn teir ynsktu sum mótstøðulið úr styrkisbólki 3.