flogbóltur
Jesper Brix og Suni Hansen venjarar hjá manslandsliðnum í flogbólti hava nú úttikið teir leikarar, sum skulu umboða Føroyar í EM-undankappingini, sum verður í skotlandi í døgunum 18-22 desember.
Í kappingini eru Føroyar í bólki við Skotlandi, Íslandi og Luxembourg, og skulu tríggir dystir spælast á ferðini.
Kappingin fer fram í Glasgow og leikt verður í Kelvin Hall Int. Arena, og nr. 1 og 2 koma víðari til næsta umfar, sum verður leikt í Luxemburg í mai 2004.
Seinasta vikuskifti í hesum árinum leikar hin bólkurin í undankappingini, og verður hesin bólkurin leiktur í Andorra, við luttøku av Andorra, Kypros, Liktensetein og Írlandi. Eisini tvey lið úr hesum bólkinum koma víðari til endaumfarið.
Skráin fyri kappingini er annars hendan:
Fríggjadagin 19.Føroyar - Ísland
Fríggjadagin 19.Skotland - Luxemburg
Leygardagin 20.Ísland - Luxemburg
Leygardagin 20.Skotland - Føroyar
Sunnudagin 20.Føroyar - Luxemburg
Sunnudagin 20.Skotland ? Ísland