EM-kvinnur: Byrja heima ímóti Wales

Tríggir dystir í EM-undankappingini hjá kvinnum verða í ár

Lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá kvinnum hevur verið. Føroyar komu í bólk C saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi.Í komandi EM-undankapping skal føroyska kvinnulandsliðið spæla móti Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi

 

Á middegi hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá kvinnum, sum byrjar seinni í ár. Aftaná lutakastið bleiv leikskráin fyri komandi kapping løgd. Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir í ár, tveir á heimavølli og ein á útivølli, og síðani hinar fimm dystirnar í komandi ári.

 

Skráin:

29. august 2019

Føroyar – Wales

 

3. september 2019

Hvítarussland – Føroyar

 

8. oktober 2019

Føroyar – Noreg

 

10. apríl 2020

Wales – Føroyar

 

5. juni 2020

Noreg – Føroyar

 

9. juni 2020

Norðurírland – Føroyar

 

18. september 2020

Føroyar – Norðurírland

 

22. september

Føroyar - Hvítarussland