Í dag snýr EM í manshondbólti seg aftur um bólk 1 í høvuðsumfarinum.
Áðrenn EM-endaspælið spáddi serfrøðin, at Spania og Týskland fóru at sleppa í hálvfinalurnar úr hesum bólki, við Kroatia sum møguligum avbjóðara, og so hevur tað eisini verið.
Spania hevur smildrað alla mótstøðu á leiðini - millum annað Týskland við sjey málum, og er nú stórfavorittur at endurvinna EM-heitið, sum Spania vann í 2018.
Kroatia hevur eisini vunnið allar sínar dystir, men Týskland verður í dag sterkasta mótstøðan higartil hjá Luka Cindric, Domagoj Duvnjak og hinum størnunum á spennandi kroatiska liðnum, sum vónar at røkka aftur á tindarnar sum góvu OL-gull í 1996 og 2004 og HM-gull í 2003. Seinastu árini hevur tað verið nær við, men nú hungra kroatar eftir enn betri úrslitum enn EM-bronsuna í 2016 og fjórða plássið í HM í 2017.
Týskland hevur bert tapt henda eina dystin ímóti Spania enn, og kann við sigri á Kroatia í dag leggja seg á avgerandi næstfremsta plássið við betri innanhýsis úrslitið enn Kroatia.
Týskland er eisini svangt at leggja afturat EM-gullinum frá 2016, men verður tað ikki til tvey stig ímóti Kroatia verður hetta so at siga ógjørligt.
Evropiska hondbóltssambandi stroymir allar dystirnar fyri føroyingum á EHFTV.com. Sí skrá og beinleiðis leinki niðanfyri stigatalvurnar.
Støðan í høvuðsumfarinum (Tvey tey fremstu í hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar):
Bólkur 1 | Dystir | Málmunur | Stig |
Spania | 2 | 13 | 4 |
Kroatia | 2 | 12 | 4 |
Týskland | 2 | 1 | 2 |
Eysturríki | 2 | -1 | 2 |
Kekkia | 2 | -9 | 0 |
Hvítarussland | 2 | -16 | 0 |
Bólkur 2 | Dystir | Málmunur | Stig |
Norra | 2 | 13 | 4 |
Slovenia | 2 | 5 | 4 |
Portugal | 2 | 4 | 2 |
Ungarn | 2 | -1 | 2 |
Ísland | 2 | -9 | 0 |
Svøríki | 2 | -12 | 0 |
Dagsins dystir (Trýst á dystirnar fyri at sleppa til beinleiðis stroyming hjá EHF):
Klokkan 15.00: Hvítarussland - Kekkia