EM: Kroatia er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Kroatia

Í morgin klokkan 14.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti annan dystin í bólki D í EM-endaspælinum.

 

Dysturin í Sankt Jakobshøllini í Basel verður móti Kroatia, ið tapti 26-34 (13-16) fyri Danmark ígjár. Føroyar taptu 25-28 (7-13) fyri Sveis, men avrikaðu væl seinastu 20 minuttirnar av dystinum.

 

Eins og Sveis, so hevur eisini Kroatia eina greiða favorittstøðu móti Føroyum, um hugt verður eftir oddsunum altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á sigur til Kroatia eru 1,18.

 

Miðaloddsini upp á sigur til Føroyar eru 6,48.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 12,78,

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##