(EM) Kicker: Føroyar eru ein hin besta søgan í EM-endaspælinum

Vit hava hugt eftir umrøðuni av føroyska bragdinum í týskum, íslendskum, svenskum og donskum miðlum

Føroyar er ein tann besta søgan við EM-endaspælinum. Tað heldur stóri týski ítróttarmiðilin, Kicker. Kicker staðfestir eisini, at tann fyrsta EM-sensasjónin er veruleiki við føroyska javnleikinum móti Noregi.

 

##med2##

 

Føroya-sensasjón í EM er yvirskriftin hjá hinum stóra týska ítróttarmiðlinum, Sport Bild:

 

##med3##

 

Fyrsta føroyska stigið í einum endaspæli (stórmóti) er komið í hús, staðfestir íslendska Vísir við gleði:

 

##med4##

 

Føroyingar komu afturíaftur og tryggjaðu sær eitt stig, skrivar íslendska Morgunblaðið.

 

##med5##

 

Svenska Aftonbladet leggur heldur dent á norsku fiasko´ina, og heldur tað vera tað sjúkasta í lívinum, at Føroyar fingu stig móti Noregi:

 

##med6##

 

Svenska Expressen hevur líknandi hugsan sum Aftonbladet, at tað er ein skandala, at Noreg spælir javnt móti Føroyum:

 

##med7##

 

Danska TV2 eru meira jaligir og boða frá við einum videobroti, at Føroyar hava fingið eitt sensasjónelt stig móti Noregi:

 

##med8##

 

Í BT sitera teir danska hondbóltsserfrøðingin, Joachim Boldsen, ið tykist enn hava ilt av, at Danmark tapti fyri Føroyum undir U20 EM-endaspælinum í 2022. Hjá honum snýr tað seg um, at tað er pínligt, at Noreg ikki vinnur á Føroyum. BT hevur eisini eina samrøðu við Óla Mittún, ið er í "ekstasu" aftaná hondbóltssensasjónina hjá Føroyum:

 

##med9##