EM-kappingin hjá kvinnum verður útsett til 2022

Hetta verður gjørt, so kappingin fær ta uppmerksemið, sum hon hevur uppiborið, sigur UEFA-forsetin

UEAFE váttar á Twitter, at EM-kappingin í kvinnufótbólti er útsett frá 2021 til 2022. Kappingin verður sostatt 6. til 31. juli 2020 í Englandi.

Hetta bleiv avgjørt á einum fundi hjá Uefa í dag. 

– At vit flyta EM til árið eftir ger, at vit tryggja okkum, at okkara flaggskip í kvinnukappingum verður tann einasta stóra fótbóltskappingin tað summarið, og at kappingin fær tað uppmerksemið hon hevur uppiborið, sigur Uefa-forseti Aleksander Ceferin í tíðindaskrivi.

Ætlanin er enn at brúka somu leikvøllir í Englandi, sum ætlanin var at spæla á í 2021.

Í apríl boðaði DBU frá, at EM-kappingin hjá kvinnum verður útsett til í 2022. Men Uefa segði stutt eftir, at tað var ikki sikkurt, tí enn var endalig avgerð ikki tikin. Men tað er hon nú.

/Ritzau/