EM-kappingin: Føroyar vunnu 4. plássið

Føroya hava júst nú spælt sín  seinasta dyst í EM-kappingin, sum er í Høllini á Hálsi.

 

Dysturin var ímóti Svøríki, sum vann dystin 3-0, men í 3.settið var Svøríki í stórum trupulleikum, tá Føroyar eitt skifti førdi 18-14, men eftir nakrar smáfeilir, megnaði føroyska liðið ikki at halda fast, og tapti settið 25-22. Hini settini endaður 25-17 og 25-20.

 

Sum vantað, so hevði Svøríki sterkara liðið, men við tað at hetta er fyrstu ferð Flogbóltssambandið hevur landslið í hesum aldurbólkinum, so verður eitt samlað 4. pláss mett sum ein góð byrjan.

 

Við 4. plásssinum hevur føroyska liðið eisini vunnið sær rætt til lutøku í øðrum umfari í kappingini. Henda kapping verður í vár. 

 

Fyrr í dag spældu Írland og Ísland, og henda dystin vann Írland óvantað 3-1, við settúrslitunum 25-13, 7-25, 25-23 og 25-18.

 

Klokkan 18,00 byrjar finalan millum Danmark og Finnland.

 

Allir dystirnir verða stroymdir her: https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

 

Eftir finaluna verða steyp og vinnignar til bestu leikararnar handaðar í høllini.