Føroysku U16-genturnar í flogbólti vunnu sín fyrsta dyst í EM-kappingini 3-1 á Írlandi. Settini endaðu 23-25, 25-22, 12-25, 15-25, skrivar Flogbóltssambandið.
Beinleiðis stroyming við at trýsta HER
- Føroysku spælararnir vóru nógv ávirkaðir av nervum í teimum fyrstu settunum, men við tíðini batnaði hetta. Nervarnir gjørdu, at liðið gjørdi óneyðugar nógvar feilir, skrivar Flogbóltssambandið.
Føroyska liðið skal aftur í eldin klokkan 19.30. Tá er mótstøðuliðið Finnland, sum í morgun vann 3-0 Írlandi.
Dystarskráin fríggjadagin sær soleiðis út:
Klokkan 17.30 Finnland - Svøríki
Klokkan 19.30 Danmark - Føroyar
Alt eftir, hvussu úrslitini hátta seg, verða fjórðings- og hálvfinalur leiktar leygardagin, og dystirnir um endaligu støðuna sunnudagin.