EM-kappingin: Føroyar endaði á 4. plássi

EM-kappingin í flogbólti fyri U16 landslið liðug og Føroyar endaðu á fjórða plássi

Um vikuskiftið hevur Flogbóltssambandið skipað fyri EM- kappingin í flogbólti fyri U16 landslið. Kappingin bleiv spæld í høllini á Hálsi. Føroysku genturnar endaðu á fjórða plássi av seks.

 

Tað vóru Finnland og Danmark, sum spældu seinasta dystin – finaluna. Henda gjørdist javnari enn ein hevði roknað við, tí higartil hevði Finnland víst tað besta spælið í kappingini, men Danmark hevði fyrireikað seg væl, og var í fleiri umførum á odda í dystinum. Men tá tað veruliga var avgerandi, so vísti Finnland, at tær vóru tann rætti vinnarin. Dysturin endaði 3-0 til Finnland.

 

Føroyar vunnu 4. plássið

Dysturin um triðja plássið var millum Føroyar og Svøríki. - Svøríki vann dystin 3-0, men í triðja setti var Svøríki í stórum trupulleikum, tá Føroyar eitt skifti førdi 18-14, men eftir nakrar smáfeilir, megnaði føroyska liðið ikki at halda fast, og tapti settið 25-22. Hini settini endaður 25-17 og 25-20, skrivar Flogbóltssambandið og leggur afturat:

 

- Sum væntað, so hevði Svøríki sterkara liðið, men við tað at hetta er fyrstu ferð Flogbóltssambandið hevur landslið í hesum aldurbólkinum, so verður eitt samlað fjórða pláss mett sum ein góð byrjan, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

 

Við fjórða plássinum hevur føroyska liðið eisini vunnið sær rætt til lutøku í øðrum umfari í kappingini. Henda kapping verður í vár. Fyrr í gjár spældu Írland og Ísland, og henda dystin vann Írland óvæntað 3-1, við settúrslitunum 25-13, 7-25, 25-23 og 25-18.

 

Støðan í EM-kappingini:

1. Finnland

2. Danmark

3. Svøríki

4. Føroyar

5. Írland

6. Ísland