EM: Íslendsku hyggjararnir kravdu at RÚV vísir Póland-Føroyar

Upprunaliga skuldi RÚV 2 vísa dystin millum Kekkia og Grikkaland í bólki F, men tað er nú broytt

Íslendingar sum eru líka hondbóltsørir sum føroyingar fylgja væl við gongdini hjá føroyska manslandsliðnum í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Vísir, Morgunblaðið, handbolti.is og RÚV hava havt fitt av greinum um góðu føroysku avrikini, og ikki minst fantastisku føroysku áskoðararnar.

 

RÚV 2 hevur víst tveir teir fyrstu dystirnar hjá Føroyum í bólki D, men tað var ikki upprunaliga ætlanin hjá RÚV 2 at vísa dystin millum Póland og Føroyar, ið byrjar seinnapartin klokkan 17 í dag.

 

RÚV ætlaði at vísa dystin millum Kekkia og Grikkaland í bólki F. 

 

Men so hendi nakað. Føroyska sendikvinnan í Reykjavík, Hanna í Horni skrivar á Hondbóltskjaki á Facebook: - Her í Íslandi hava tey leingi fylgt væl við og fegnast um gongdina hjá føroyska liðnum, og tað legst bara til við fjeppararum. Tá tey í gjár varnaðust, at RUV2 upprunaliga ikki hevði Føroyar-Póland á skránni í morgin, men heldur ætlaði at vísa Kekkia-Grikkaland, komu áheitanir til RUV á sosialu miðlunum úr øllum herðashornum um at seta Føroya-dystin á skrá ístaðin. Skrivar Hanna í Horni. 

 

Og nú fer RÚV 2 at vísa dystin millum Póland og Føroyar. 

 

HER  er ein grein hjá RÚV við einum videobroti frá seinastu avgerandi løtuni móti Noregi. Frásøgumaðurin hjá RÚV 2 var so fegin sum nakar og unti okkum glæsuliga løtuna og úrslitið.