Tað eydnaðist grannum okkara, Íslandi at knógva ein ógvuliga tepran sigur heim móti Montenegro í innleiðandi EM-bólki C í München.
Ísland vann 31-30 á Montenegro. Í teimum doyggjandi sekundunum bjargaði Björgvin Páll Gústavsson einum skoti frá Vuko Borozan, og so kundu íslendingar fegnast um sigurin.
Í steðginum var Ísland á odda 17-15. Ísland var á odda 25-22 og 27-24, men montenegrobúgvar vildu ikki sleppa Íslandi, og tí bleiv tað við minsta marginali, at Ísland vann dystin.
Montenegro - Ísland 30-31 (15-17)
Montenegro : Vuko Borozan 5, Vasilije Kaludjerovic 4, Nemanja Grbovic 4, Radojica Cepic 3, Branko Vujovic 3, Mirko Radovic 3, Luka Radovic 3, Milos Vujovic 2, Stefan Cavor 2, Vuk Lazovic 1.
Ísland: Ómar Ingi Magnússon 7/3, Elliði Snær Viðarsson 6, Gísli Þorgeir Kristjánsson 3, Aron Pálmarsson 3, Sigvaldi Björn Guðjónsson 3, Bjarki Már Elísson 3, Elvar Örn Jónsson 2, Stiven Tobar Valencia 1, Janus Daði Smárason 1, Viggó Kristjánsson 1, Óðinn Þór Ríkharðsson 1.
Bjargingar: Björgvin Páll Gústavsson 7, Viktor Gísli Hallgrímsson 6. (Kelda: handbolti.is)
Ísland hevur trý stig, Ungarn hevur tvey stig, Serbia hevur eitt stig, meðan Montenegro er aftast við ongum stigi.
Klokkan 19.30 byrjar dysturin millum Ungarn og Serbia.
16. januar:
17.00 Serbia – Montenegro.
19.30 Ísland – Ungarn.