Nations League Play Off: Ísland møtir Ísrael og Finnland møtir Wales

UEFA hevur drigið til Play Off dystirnar í Nations League, har vinnararnir í teimum trimum deildunum sleppa til EM-endaspælið í Týsklandi

Mynd: mbl.is

UEFA hevur drigið til Play Off dystirnar í Nations League.

 

Ísland kemur at møta Ísrael í Deild B, og Finnland kemur at møta Wales í bólki A.

 

Finnland og Ísland koma at spæla sínar dystir á útivølli 21. mars komandi ár. Er spenta støðan í Ísrael og Gaza ikki linkað verður dysturin millum Ísrael og Ísland á uttanveltaðum vølli.

 

Skráin fyri hálvfinalurnar sær soleiðis út:

 

Deild A:

 

Wales - Finn­land

 

Pól­and - Est­land

 

Deild B: 

 

Ísra­el - Ísland

 

Bosn­ia Hersogovina - Ukraina

 

Deild C: 

 

Georgia - Luksemborg

 

Grikka­land - Kasakst­an

 

Finalurnar í teimum trimum deildunum vera leiktar 26. mars. Teir tríggir finaluvinnararnir vinna seg til EM-endaspælið í Týsklandi. 

 

Áhugavert er, at høvdu Føroyar vunnið á Luksemborg á Tórsvølli í undanfarnu Nations League kapping vóru tað okkara menn, ið spældu hálvfinalu móti Georgia um rættin at spæla móti vinnaranum av dystinum millum Grikkaland og Kasakstan í Deild C. So tey sum siga, at Nations League: "Eru bara venjingardystir" mugu staðfesta nú, at soleiðis er tað ikki. 

 

Mynd: mbl.is