EM hondbóltur: Danmark vann 30-21 á Montenegro

Hóast heldur slakan annan hálvleik fekk Danmark eina góða byrjan í EM við tryggum sigri á Montenegro. Jóhan á Plógv Hansen spældi allan seinna hálvleik.

 

 

Rasmus Lauge er aftur at síggja á danska landsliðnum eftir skaða í økslini. Hann hevur verið úti í 14 mánaðir. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Undir vanligum umstøðum mugu møguleikarnir hjá Montonegro tykjast avmarkaðir í einum dysti móti donsku hondbóltsmonnunum.

Og við einum hópi við nógvari koronusmittu og einum smittaðum venjara var tað avgjørt einki at gera hjá Montenegro, og tí endaði dysturin við tryggum 30-21 sigri.

Sigurin var so gott sum tryggjaður fyrra hálvleik, tá danir vóru frammanfyri við átta málum.

Tað gav Nikolaj Jacobsen høvi at geva nøkrum av eykamonnunnum eitt sindur av eyka spælitíð eftir steðgin, tá støðið lækkaði munandi.

Hondbóltslandsliðið kann merkja sær eina betri byrjan í EM endaspælinum hesaferð enn fyri tveimum áru,m síðani, tá ein danskur ósigur móti Íslandi í fyrsta dystinum var byrjanin til endan hjá Danmark.

Soleiðis tykist ikki vera hesaferð.

Danir vóru ikki bara favorittar í dystinum. Eisini veddingarfyritøkurnar høvdu Danmark sum favoritt at fara við øllum í Budapest um góðar tvær vikur.

Fyrst skuldu menninir hjá Nikolaj Jacobsen fáa gongd á í Fönix Arena í Debrecen, og tað var við afturvenda Rasmusi Lauge í byrjunarketuni í bæði verju og álopi.

Eftir at hava brent nakrar ferðir fekk gekk betur, bæði hjá honum og liðfeløgunum.

Danir høvdu ikki trupulleikar við at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá Montenegro, sum gav strikuspæalaranum Magnus Saugstrup ríkiligt at plássi.

Eftir tíggju minuttir, tá Montenegro fylgdi væl við, kom klassamunurin av álvara til sjóndar.

13 minuttir inni í dystinum, tá Mikkel Hansen hamraði bóltin í netið til 8-4, og Niklas Landin hevði fingið hitan við fleiri stórum bjargingum.

Høgri bakkur hjá Montenegro, Branko Vujovic, káraði seg tó væl og syrgdi fyri, at danir ikki komu á odda við fleiri enn 10 málum.

Tað gekk sera væl hjá Mikkel Hansen, sum spældi ein branddyst, og tí kundu danir fara til hálvleiks við 18-10 leiðslu.

 

##med2##

Tá var sigurin at kalla komin upp á pláss, spurningurin var bara, hvussu nógvir av teimum á beinkinum skuldu sleppa at royna seg í seinna hálvleiki.

Og tað sluppu allir 16, sum vóru tiknir út til dystin. Eykamálmaðurin Kevin Møller kom inn sum tann síðsti beint undan dystarloki.

Í fyrsta álopi í seinni hálvleiki fekk tann greitt besti maðurin hjá Montenegro, Vujovic, skaða, og tí sá svartari út hjá Montenogro at pynta um úrslitið.

Tað hjálpti tó hjá montenegrum, at Danmark ikki megnaði at skora nakað mál fyrstu fimm minuttirnar í seinna hálvleiki. Fyrstu at skora tað var Mensah.

So slakaði danska spælið. Sjálvt Mikkel Hansen brendi eftir at hava skorað átta ferðir á rað, og Nikolaj Jacobsen rópti hart fyri at eggja leikarum sínum.

Tað hjálpti eitt sindur, men serliga góður var seinni hálvleikur ikki, sum danir tó vunnu við einum máli í mun til fyrra hálvleik.

Heldur truplari mótstøðu kann Danmark vænta sær leygardagin ímóti Slovenia. Slovenar fingu sum Danmark tvey stig í sínum fyrsta dysti ímóti Norðurmakedona í kvøld.

/ritzau/

 

Rasmus Lauge er aftur at síggja á danska landsliðnum eftir skaða í økslini. Hann hevur verið úti í 14 mánaðir. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Jóhan á Plógv Hansen kom inn eftir hálvleikin. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix