EM hjá Sterling í vanda

Skaðin kann vera somikið álvarsligur, at hann ikki sleppur til EM.

Manchester City-leikarin á enska landsliðnum, Raheem Sterling, er í vanda fyri at missa EM-endaspælið í Fraklandi í summar.


Sterling gjørdist skaddur í grannauppgerðini ímóti Manchester United sunnudagin, og fyribils kanningar vísa, at hann kann verða noyddur at sita uttanfyri í átta vikur.


Tað kann merkja, at hann ikki sleppur við til EM. Undir øllum umstøðum verður hann ikki við, tá ið Manchester City hittir PSG í fjórðingsfinaluni í Champions League.