Fótbólturin hevur í eitt áramál havt - upp á gott og ilt - VAR-skipanina, ið dømir í ivasamum støðum, ið henda undir fótbóltsdystum.
Undir EM-endaspælinum í Týsklandi verður VRA (Video Replay Assistant).
Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF ætlar, at VRA skal vera bindiliðið millum teir báðar dómararnar á vøllinum og persónin, ið hevur videoupptøkurnar um hendi.
EHF undirstrikar tó, at tað vera teir báðir dómararnir á vøllinum, ið eiga endaliga avgerðarrættin í teimum ivasomu støðunum, ið uppstanda.
Spennandi verður at siggja hvussu VRA fer at roynast undir EM-endaspælinum í manshondbólti.