24 tjóðir eru vorðnar 12 eftir seinastu dystirnar í innleiðandi umfarinum, sum endaði í gjár.
Serliga óvæntað er, at tveir av stóru favorittunum, Danmark og Frakland ikki megnaðu at spæla seg ímillum hesar 12 seinastu.
Sí eisini:
EM: Ungarn sendi Ísland í gólvið og Danmark út í myrkrið
Nú eita favorittarnir Spania, Norra ella Kroatia - og kanska Týskland ella Svøríki.
Tveir bólkar eru í høvuðsumfarinum, har tey tvey fremstu í hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar. Liðini skulu spæla eina ferð ímóti hvørjum øðrum - umframt tann dystin, tey longu hava spælt ímóti mótstøðuliðinum í innleiðandi umfarinum.
Tað vil siga, at til dømis skulu Ungarn og Ísland ikki spæla aftur. Ungarn hevur tann sigurin við í høvuðsumfarið.
Byrjað verður í dag klokkan 15.00 við bólki 1. Skráin í dag er hendan (Trýst á dystin fyri stroyming):
Klokkan 15.00: Spania - Kekkia
Klokkan 17.15: Kroatia - Eysturríki
Klokkan 19.30: Hvítarussland - Týskland
Støðan í høvuðsumfarinum áðrenn dagsins dystir:
| Bólkur 1 | Dystir | Málmunur | Stig |
| Kroatia | 1 | 8 | 2 |
| Spania | 1 | 7 | 2 |
| Eysturríki | 1 | 3 | 2 |
| Kekkia | 1 | -3 | 0 |
| Týskland | 1 | -7 | 0 |
| Hvítarussland | 1 | -8 | 0 |
| Bólkur 2 | Dystir | Málmunur | Stig |
| Norra | 1 | 6 | 2 |
| Ungarn | 1 | 6 | 2 |
| Slovenia | 1 | 2 | 2 |
| Svøríki | 1 | -2 | 0 |
| Portugal | 1 | -6 | 0 |
| Ísland | 1 | -6 | 0 |











