EM fyri seyðahundar

Føroysk luttøka í stórstu seyðahundakapping í Europa "Continental 2004".

Tíðindaskriv

Aftur í ár eru føroyingar við í størstu seyðahundakappingum í Europa, ið verður nú um vikuskifti..
Kappingin verður hildin í býnum Zwolle í Hollandi, har 79 hundar fara at kappast. Teir eru úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra, Finnaland, Týskaland, Belgia, Frakland, Italia, Eysturríki, Sveis, og vertslandinum Holland.
Teir, sum umboða Føroya, eru Absalon Hansen við Jim og Eyðstein Jensen við Ben. Seinasta ár luttóku føroyingar eisini, og tá var tað um reppi at vit fingu eitt finalupláss, tað restaði bert 3 stig hjá Eyðsteini og Ben at koma í finaluna.
Ein tílík kapping er sera kostnaðarmikil og uttan stuðul frá MBM, Mærsk Air, Shell, og Norðbil. og øðrum hevði tað ikki verði møguligt hjá Føroyum at luttikið.
Innleiðandi umførini vera fríggjadagin og leygardagin, og finalan verður sunnudagin, har 15 teir bestu frá teimum innleiðandi umførunum skulu kappast.
Í teimum innleiðandi umførunum skulu hundarnir heinta 5 seyðir, ið standa 400 metrar frá manninum og megna at reka seyðin um leið 850m. Í finaluni skulu teir í tveimum førum heinta 10 seyðir, ið standa 750 m frá.
Føroyingarnir fóru avstað hósdagin 26. august og koma aftur við Mærsk-Air mánadagin 30 august.