EM: Fullu við æru - trýstu Sveis til seinasta bríksl

Føroysku hondbóltskvinnurnar vunnu seinna hálvleik við trimum málum

Føroyska kvinnulandsliðið var aftanfyri 7-13 í steðginum, og tær vóru eisini eitt skiftið aftanfyri 9-19 móti Sveis í fyrsta søguliga EM-endaspælsdystinum í bólki D móti Sveis í Sankt Jakobshøllini í Basel.

 

Men so reisti føroyska liðið seg, Rakul S. Wardum stórspældi í málinum, verjan helt væl, og so fekst álopsspælið at rigga.

 

Føroyar minkaðu til 24-25 og høvdu tá Sveis á knøunum, men tíverri megnaðu tær sveisisku at ríða føroyska stormin av. Tað endaði 28-25 til Sveis, men føroysku kvinnurnar kunnu lyfta høvdið høgt.

 

Føroyska liðið skoraði upp á 25 av 42 málroyndum. Sveis skoraði upp á 28 av 52 málroyndum.

 

Sunnudagin klokkan 14.30 spæla Føroyar móti Kroatia, ið spælir móti Danmark í kvøld klokkan 19.30.

 

Málskjúttar: Pernille Brandenborg 7/10, Jana Mittún 7/10, Lukka Arge 2/3, Turið Arge Samuelsen 2/3, Elsa Egholm 1/1, Elsa Egholm 1/1, Anna Elisabeth H. Weyhe 1/2, Maria P. Nólsoy 1/2, Súna K. Hansen 1/3, Lív S. Poulsen 1/3, Brynhild Pálsdóttir 1/4.

 

Bjargingar:  Rakul S. Wardum 8/20 (40 %), Annika Fríðheim Petersen 9/23 (39,1 %).