Fyrsti føroyski EM-endaspælsdysturin er liðugur í Berlin, og kunnu vit staðfesta eitt heiðurligt avrik, har effektiviteturin var avgerandi munurin.
Slovenia vann 32-29 á Føroyum. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Slovenia skoraði upp á 32 av 44 málmøguleikar, meðan Føroyar skoraðu upp á 29 av 47 møguleikum.
Tað byrjaði at síggja ljótt út tá Slovenia kom framum 29-23, men okkara menn stríddu seg innaftur í dystin, men seinastu løtuna fekk Slovenia málini, ið gjørdu munin fyri teir.
Teir 5.000 føroysku áskoðararnir vóru fantastiskir við sínum stuðli til liðið, og tað var eisini eitt stórt pluss, at Hákun West av Teigum var valdur til dagsins leikara.
Týsku dómararnir loyvdu tíverri ov nógvum harðligum, slovenskum verjuspæli, og tað var eitt vónbrot tá talan er um bundesliga-dómarar.
- Vit høvdu allar møguleikar til at vinna, og vit eru allir vónbrotnir, segði Teis Horn Rasmussen í samrøðu við KVF.
- Leikararnir skulu sjálvandi vera vónbrotnir, men teir skulu vera ernir av avrikinum, segði Áki Mørk í studionum hjá KVF.
Landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen er nøgdur vid hugburðin og dystin í síni heild, men hann eftirlýsti betri føroyskt verjuspæl í samrøðu við KVF.
Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9/15, Hákun West av Teigum 8/10, Teis Horn Rasmussen 3/3, Tróndur Mikkelsen 2/2, Vilhelm Poulsen 2/4, Óli Mittún 2/6, Rói Berg Hansen 1/2, Leivur Mortensen 1/3.
Pauli Jacobsen bjargaði níggju av 32 málmøguleikum, og Nicholas Satchwell bjargaði einum av átta málmøguleikum.