EM í manshondbólti er í gongd.
Setanardysturin var spældur í Merkur Arena í Düsseldorf.
Ein av favorittunum til at vinna EM-kappingina, Frakland vann í bólki A stórsigur 39-29 á Norðurmakedonia.
Í steðginum var Frakland á odda 17-13.
Í kvøld klokkan 19.30 verður áskoðara-heimsmet sett í Merkur Arena. Tá vera 53.000 áskoðar til dystin í bólki A millum vertstjóðina, Týskland og Sveis.
Frakland-Norðurmakedonia 39-29 (17-13)
Frakland: Hugo Descat 7, Dylan Nahi 6, Dika Mem 5, Elohim Prandi 4, Kentin Mahe 3, Ludovic Fabregas 3, Benoit Kounkoud 3, Melvyn Richardson 2, Nicolas Tomat 2, Nikola Karabatic 1, Luka Karabatic 1, Valentin Porte 1, Nedim Remili 1.
Norðurmakedonia: Zharko Peshevski 7, Ivan Djonov 6, Milan Lazarevski 4, Filip Kuzmanovski 4, Marko Mitev 3, Filip Taleski 3, Nikola Markoski 1, Nenad Koteski 1.