EM: Frakland hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni

Fyri fyrstu ferð í hesum EM-endaspælinum móti Eysturríki lúta

Eysturríki hevur gjørt tað framúr í EM-endaspælinum við góðum avrikum, og inntil teir møttu Fraklandi í EM-millumbólki 1 í Köln í kvøld vóru teir ósigraðir.

 

Eysturríki mátti tó lúta fyri Fraklandi, ið vann dystin 34-29. Eysturríki var tó á odda 16-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki var Frakland greitt omaná.

 

Frakland hevur við sigrinum í kvøld vunnið sær pláss í hálvfinalunum.

 

Fyrr í dag vann Ísland 35-30 (16-18) á Kroatia. Klokkan 19.30 byrjar dysturin millum Týskland og Ungarn. Um Ungarn tapir ella spælir javnt verður Frakland staðfestur vinnari av millumbólki 1, og møtir Svøríki í hálvfinaluni. 

 

Frakland - Eysturríki  33-28 (15-16)

 

Frakland : Dika Mem 7, Ludovic Fabregas 7, Hugo Descat 4, Nikola Karabatic 3, Kentin Mahe 3, Nedim Remili 2, Dylan Nahi 2, Benoit Kounkoud 1, Elohim Prandi 1, Melvyn Richardson 1, Luka Karabatic 1, Nicolas Tournat 1. 

 

Eysturríki : Mykola Bilyk 6, Lukas Hutecek 6, Robert Weber 5, Tobias Wagner 4, Janko Bozovic 4, Lukas Schweighofer 1, Sebastian Frimmel 1, Jakob Nigg 1. 

 

 

 

24/1 klokkan 14.30: Eysturríki-Ísland

 

24/1 klokkan 17.00: Frakland-Ungarn

 

24/1 klokkan 19.30: Týskland-Kroatia

 

Støðan:

 

 Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
 1Frakland4400139:1228
 2Eysturríki4121108:1124
 3Ungarn320191:814
 4Týskland311178:793
 5Ísland4103116:1282
 6Kroatia4013116:1261