Íslendingar hava ongan møguleika at røkka EM-hálvfinaluni á hesum sinni, men teir hildu lív í vónini at sleppa til olympisku leikirnar í París í summar.
Íslendingar vunnu góðan 35-30 sigur á Kroatia í EM-millumbólki 1 í Köln. Kroatia var á odda 18-16 í steðginum.
Serliga avgerandi var løtan millum 47. og 54. minutt. Tá 47 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 25-25, men við góðum bjargingum hjá komandi forsetavalevninum, Björgvini Pálli Gústavssyni og effektivum skjótálopum kom Ísland framum 31-25, og tað eydnaðist at halda munin seinastu løtuna.
Björgvin Páll Gústavsson, ið bjargaði 14 skotum var uppiborið valdur at vera dagsins leikari í dystinum.
Gongdin í dystinum Ísland-Kroatia: 3:4, 6:9, 10:11, 15:15, 16:18, 18:19, 23:22, 24:23, 28:25, 31:25, 35:30.
Klokkan 17 byrjar dysturin millum Frakland og Eysturríki í millumbólki 1, og klokkan 19.30 byrjar dysturin millum Týskland og Ungarn.
Kroatia- Ísland 30-35 (18-16)
Kroatia : Marin Jelinic 6, Filip Glavas 4, Luka Klarica 4, Domagoj Duvnjak 4, Veron Nacinovic 4, Luka Cindric 4, Mario Sostaric 2, Igor Karacic 1, Filip Glavas 1.
Ísland : Bjarki Már Elisson 8, Óðinn Rikhardsson 6, Aron Pálmarsson 6, Viggó Kristjánsson 4, Gisli Kristjansson 3, Haukur Thrastarson 3, Elliði Viðarsson 2, Kristján Kristjánsson 1, Elvar Jónsson 1, Björgvin Páll Gústavsson 1.
24/1 klokkan 14.30: Eysturríki-Ísland
24/1 klokkan 17.00: Frakland-Ungarn
24/1 klokkan 19.30: Týskland-Kroatia
Støðan í EM-millumbólki 1:
Lið: | Dystir | Málmunur | Stig | |
Frakland | 3 | 106:94 | 6 | |
Eysturríki | 3 | 80:79 | 4 | |
Ungarn | 3 | 91:81 | 4 | |
Týskland | 3 | 78:79 | 3 | |
Ísland | 4 | 116:128 | 2 | |
Kroatia | 4 | 116:126 | 1 |