EM: Føroyar í undanbólki saman við Svøríki, Íslandi og Luksemborg

Tvey tey fremstu liðini og fýra av átta trýarum vinna seg til EM-endaspælið í desember í 2024

Svøríki úr styrkisbólki 1, Ísland úr styrkisbólki 2, Føroyar úr styrkisbólki 3 og Luksemborg úr styrkisbólki 4.

 

Soleiðis sær EM-undankappingarbólkurin út hjá føroyska hondbóltskvinnulandsliðnum til komandi EM-undankapping.

 

HSF skrivar á heimasíðu sínari: - Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólkum, umframt fýra teir bestu trý´ararnir. Tað eru bert stigini móti nummar eitt og tvey, ið telja í uppgerðini millum trý´ararnar. Endaspælið verður leikt í Sveis, Eysturríki og Ungarn í desember í 2024.


Føroyar hava ikki spælt móti Luksemborg áður og fekk Luksemborg einki stig í seinastu undan-undankappingini. Føroyar hava møtt Íslandi fimm ferðir, men hava ongantíð vunnið. Ísland var vitjan í Føroyum í 2022, tá tveir venjingardystir vóru leiktir. Ísland vann báðar dystirnar við fimm málum. Ísland vann seg ikki í seinasta EM-endaspælið. Føroyar hava leikt tvær ferðir móti Svøríki. Tað var í EM-undankappingini til EM 2020, tá gjørdist talan um tvey stórtap.

 

EM-undankappingin byrjar í oktober. Skrivar hsf.fo. 

 

Lutakastið til allar undankappingarbólkarnar háttaði seg soleiðis:

 

Bólkur 1: Kroatia, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina

Bólkur 2: Týskland, Slovakia, Ukraina, Ísrael

Bólkur 3: Holland, Kekkia, Portugal, Finnland

Bólkur 4: Frakland, Slovenia, Italia, Lettland

Bólkur 5: Spania, Norðurmakedonia, Litava, Aserbaijan

Bólkur 6: Montenegro, Serbia, Turkaland, Bulgaria

Bólkur 7: Svøríki, Ísland, FØROYAR, Luksemborg

Bólkur 8: Danmark, Pólland, Kosovo