Klokkan 17 seinnapartin er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.
Tá spæla okkara menn í Mercedes Benz Arena í Berlin sera avgerandi dystin í innleiðandi EM-bólki D móti Pólandi. Klokkan 19.30 spæla hini bæði liðini í okkara bólki, Slovenia og Noreg.
Skulu Føroyar vinna seg víðari til millumumfarið mugu okkara menn vinna á Pólandi, og so má Slovenia samstundis vinna á Noregi við trimum málum ella fleiri.
Tá Føroyar møttu Slovenia farna hósdag og Noreg fyrradagin vóru mótstøðuliðini hjá okkum stórir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkunum. Men soleiðis er ikki hesaferð.
Føroyar hava eina lítla favorittstøðu hjá 15 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin millum Póland og Føroyar.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,53 og 1,66.
Oddsini upp á sigur til Póland liggja millum 2,62 og 3,14.
HER eru oddsini:
##med2##