EM: Føroyar eru liðið við lægstu miðalhæddini

Hægsti spælarin á føroyska liðnum er Ísak Vedelsbøl við sínum 196 cm

Hagfrøðingurin, Regin Reinert hevur verið so beinasamur, at hann hevur nærhugt ymisk hagtøl í samband við EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum í hondbólti, ið byrjar í morgin.

 

Ofta hevur verið sagt at føroyskir hondbóltspælarar eru ov lágir í mun til spælarar hjá hinum landsliðunum. Føroyska liðið í komandi EM-endaspælinum hevur eisini lægstu meðalhæddina av øllum, men hon er ikki so nógv aftanfyri hini londini. Meðalhæddin á føroyska liðnum er 188,1 cm. Lægstu miðalhæddina aftaná Føroyar hevur Grikkaland, har ið meðalhæddin er 188,9 cm. Ungarn hevur hægsta EM-hópin, sum í meðal er 195,0 cm.

 

Hægsti spælarin á føroyska liðnum er Ísak Vedelsbøl við sínum 196 cm. Næstur á føroyska listanum er Teis Horn Rasmussen, sum er 195cm høgur. Hægstu spælararnir í allari kappingini eru teir tríggir Călin Dedu úr Rumenia, Bence Bánhidi úr Ungarn og Kamil Syprzak úr Fraklandi, sum allir eru 207 cm høgir. Lægsti spælarin í kappingini er Christos Kederis úr Grikkalandi, sum er 169 cm høgur.

 

Bert trý av EM-landsliðunum hava ongan spælara omanfyri tveir metrar. Tey eru Georgia, Svøríki og Føroyar. Kroatia hevur flest spælarar omanfyri tveir metrar. Har eru sjey leikarar í kroatiska hópinum, ið eru omanfyri tveir metrar. Póland, sum Føroyar møta í innleiðandi bólki D 15. januar, hava eins og Ungarn, seks spælarar, ið eru omanfyri tveir metrar.

 

 

Land

 
 

Meðal hædd

 
 

Spælarar omanfyri tveir metrar

 
 

Hægsti spælari

 
 

Ungarn

 
 

195,0

 
 

6

 
 

207

 
 

Kroatia

 
 

194,8

 
 

7

 
 

204

 
 

Danmark

 
 

194,4

 
 

3

 
 

203

 
 

Serbia

 
 

193,7

 
 

4

 
 

202

 
 

Bosnia og Hersegovina

 
 

193,2

 
 

1

 
 

204

 
 

Frakland

 
 

193,0

 
 

3

 
 

205

 
 

Noreg

 
 

192,8

 
 

3

 
 

204

 
 

Montenegro

 
 

192,4

 
 

3

 
 

202

 
 

Rumenia

 
 

192,4

 
 

2

 
 

207

 
 

Spania

 
 

192,2

 
 

3

 
 

203

 
 

Týskland

 
 

192,0

 
 

1

 
 

200

 
 

Póland

 
 

191,7

 
 

6

 
 

207

 
 

Slovenia

 
 

191,7

 
 

3

 
 

203

 
 

Norðurmakedonia

 
 

191,6

 
 

1

 
 

200

 
 

Eysturríki

 
 

191,5

 
 

1

 
 

204

 
 

Portugal

 
 

191,5

 
 

2

 
 

201

 
 

Ísland

 
 

191,1

 
 

2

 
 

203

 
 

Sveits

 
 

191,0

 
 

2

 
 

205

 
 

Georgia

 
 

190,2

 
 

0

 
 

199

 
 

Svøríki

 
 

189,9

 
 

0

 
 

199

 
 

Kekkia

 
 

189,9

 
 

2

 
 

201

 
 

Niðurlond

 
 

189,4

 
 

1

 
 

200

 
 

Grikkaland

 
 

188,6

 
 

1

 
 

200

 
 

Føroyar

 
 

188,1

 
 

0

 
 

196

 
 

Samanlagt

 
 

191,8

 
 

57

 
 

207