Nú øll liðini í EM-undankappingini í manshondbólti hava spælt fimm dystir hvør eru Føroyar fyribilst besti tríarin av teimum átta trýarunum.
Bosnia vann í kvøld 27-26 (15-15) á Slovenia í bólki 7, og hevur nú eins og Føroyar og Grikkaland tvey stig í trýara-roknskapinum.
Tað sær rættiliga gott út, men tað eru nógvir lutir sum skulu fella upp á pláss. Fyri tað fyrsta má Ukraina ikki vinna á Rumenia við meira enn sjey málum um Føroyar tapa fyri Eysturríki. Fyri tað næsta er tað eisini týdningarmikið, at Estland ikki vinnur á Íslandi í Reykjavík, at Italia ikki vinnur á Fraklandi á útivølli, at Georgia ikki vinnur á Ungarn á útivølli, at Turkaland ikki vinnur á Norðurmakedonia á útivølli, at Slovakia ikki vinnur á Serbia á útivølli, og Finnland ikki vinnur á Noregi á útivølli.
Vandin er tó, at summi lið sum hava vunnið sínar bólkar brúka nógvar eykaleikarar, og tá kann mangt henda.
Tað skaðar heldur ikki okkara sak um Niðurlond á heimavølli fáa hevnd á Grikkalandi fyri tapið í Grikkalandi, og tað hevði heldur ikki verið verri um Montenegro á heimavølli vann á Bosnia.
Sum politikararnir plaga at taka til: - Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.
Allir EM-undankappingardystirnir í sætta og seinasta umfarinum byrja klokkan 17 sunnudagin.
Roknskapurin sær soleiðis út, tá talan er um stig móti teimum báðum ovastu liðunum í bólkinum og samsvarandi málmuninum í hesum dystunum.
Fýra teir ovastu tríararnir vinna seg í EM-endaspælið aftaná lokna undankapping: (Kelda: Wikipedia)