Hálvleikur er í dystinum millum Póland og Føroyar í EM-bólki D í Mercedes Benz Arena í Berlin.
Støðan í steðginum er javnleikur 15-15.
Føroyar komu framum 11-9, men Póland fekk trý mál á rað og kom á odda 12-11.
Ingi Olsen, viðmerkjari hjá KVF heldur, at tað fattast í verjuspælinum hjá okkara monnum, meðan 15 skotin mál er góðkent. Fæst verjuparturin at rigga betur eru vónirnar fyri einum góðum úrsliti munandi betri.
Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 6/9, Hákun West av Teigum 4/5, Vilhelm Poulsen 2/2, Rói Berg Hansen 2/3, Helgi H. Hoydal 1/2.
Pauli Jacobsen hevur bjargað tveimum av 16 málroyndum. Nicholas Satchwell hevur bjargað einum av tveimum málroyndum.