EM: Føroyar enda í ringasta føri á einum 19. plássi

Tað vera, ið hvussu er fimm lið sum fáa eina verri endastøðu enn Føroyar

EM-endaspælsævintýrið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti er liðugt á hesum sinni, har okkara fingu eitt stig fyri tríggjar dystir.

 

Nú er at heppa á ein greiðan sigur til Sveis móti Kroatia í dystinum, ið byrjar klokkan 19.30 í Sankt Jacobshøllini.

 

Vinnur Sveis við fimm málum ella ein størri sigur á Kroatia endar Kroatia aftast í bólki D, og Føroyar enda næstaftast í bólkinum. 

 

Føroyar enda í ringasta føri á einum 19. plássi av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum. 

 

Turkaland endaði aftast í bólki A við einum stigi og minus 34 í málúrtøku. Føroyar hava eitt stig og minus 12 mál. 

 

Serbia endaði aftast í bólki B við ongum stigi. Portugal endaði aftast í bólki C við ongum stigi. Slovakia endaði aftast í bólki E við ongum stigi, og Ukraina endaði aftast í bólki F við ongum stigi.

 

Tað merkir, at Turkaland, Serbia, Portugal, Slovakia og Ukraina enda øll aftanfyri Føroyar, so okkara enda í ringasta føri á einum 19. plássi.