EM: Floksformenn eru í Berlin fyri at stuðla Føroyum

Politiskar ósemjur eru lagdar til viks í Berlin

Tríggir floksformenn, tveir av teimum eru hondbóltsspælarar, og ein av teimum er gamal fótbóltsspælari, eru í Berlin fyri at stuðla føroyska manslandsliðnum í hondbólti undir EM-endaspælinum í  Týsklandi.

 

Á Facebook-vanganum hjá Beinir Johannesen er ein mynd av honum saman við Akseli V. Johannesen og Bárði á Steig Nielsen.

 

Ein ABC-samgonga er ikki aktuel í politikki, men í dag standa ABC-formennirnir saman um at stuðla Føroyum í Berlin.