Føroysku flogbóltsgenturnar skulu aftur í eldin í dag niðri í Liktenstein, har tær eru við í EM-kapping. Eftir 3-1 sigurin á Skotlandi í gjár, er næsti dystur hjá føroysku flogbóltsgentunum ímóti Luksemborg, sum í gjár vann 3-0 Wales. Luksemborg verður mett at verða sterkasta liðið í bólkinum. Dysturin í dag byrjar klokkan 15.00.
Vinnandi liðið í dag leggur seg á odda í kappingini. Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum og hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið. Eisini ber til at fara inn á facbook-vangan hja flogbóltssambandinum í Liktenstein, har dysturin eisini verður vístur.
Tveir aðrir dystir í bólkinum vóru eisini leiktir í gjár. Liktenstein tapti 3-1 móti Skotlandi, og Luksemborg vann 3-0 móti Wales. Týsdagin spælir føroyska liðið tveir dystir. Tann fyrri byrjar klokkan 9, og verður ímóti Liktinstein. Klokkan 15.00 spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales.
Á føroyska liðnum eru:
Úr Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar
Úr Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen
Úr TB:
Sára Maria Johansen
Úr KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen
Úr SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen
Føroysku venjararnir eru: Romica Øster og Jákup Villiam Sivertsen