U17-landsliðið hjá dreingjum skal í døgunum 10. – 14. januar 2019 verða við í EM-kappingini, sum verður spæld í finska býnum Kuortane. Venjararnir, Magnar K. Vang, Rógvi Nielsen og Hans Sejer Tummasarson, hava úttikið 12 spælarar.
Í alt verða fýra lið í hesum EM-bólkinum. Hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki og Danmark. Hetta er fysta ferðin at Føroya eru við í EM-kapping í hesum aldusrbólkinum.
Teir úttiknu spælararnir eru:
Úr Fleyr
Mattias Nolsøe Isaksen
Hørður Joensen
Eyðfinn Rajani Færø
Tórur Paulason (manglar á myndini)
Úr SÍ
Bjarni Joensen
Róar Anderson
Elias Ellingsgaard
Silas Poulsen
Úr ÍF
Petur Meinhard Lundsbjerg
Rúnar Johnsson
Úr TB
Gilli Pálsson Augustinussen
Úr Ternuni
David Olsen