Føroyar fingu eina góða byrjan í EM-kappingini fyri smátjóðir í mansflogbólti ígjár.
Føroyar vunnu tryggan 3-0 sigur á Grønlandi við settúrslitunum 25-16, 25-14, 25-18. Fyrr á degnum vann Ísland 3-1 á Skotlandi við settúrslitunum 25-19, 22-25, 23-25, 22-25.
Klokkan 19 í kvøld er væntandi, at føroyska manslandsliðið fær meira mótstøðu tá Skotland er hinumegin netið.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Skotland á FM1. Viðmerkjari verður royndi flogbóltsspælarin, Jens Heri Bolstad Mortensen.
FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 93,9; FM 95,5 og FM 98,7.
Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.
Ísland og Grønland spæla klokkan 16 í dag.










