EM finalan sunnudagin: Kunnu vænta ein taktiskan dyst

Seinastu vikurnar hava verið merktar av einum altjóða spenningi millum fótbóltsfjepparar. Ein spenningur, ið tekur útgangsstøði í reinari fótbóltsgleði, samanhaldi og ágrýtni – og harafturat rúsinum av óvissuni um, hvat av teimum 24 liðunum fer at lyfta EM steypið.

EM finalan verður skotin í gongd sunnudagin kl 20:00. Seinastu vikurnar hava verið merktar av einum altjóða spenningi millum fótbóltsfjepparar. Ein spenningur, ið tekur útgangsstøði í reinari fótbóltsgleði, samanhaldi og ágrýtni – og harafturat rúsinum av óvissuni um, hvat av teimum 24 liðunum fer at lyfta EM steypið.

 

Niðurstøðan bleiv tann, at Italia og Ongland skulu leika EM finaluna í 2021. Ein finala, ið á pappírinum var heldur óvæntað, hóast talan er um tvær sterkar fótbóltstjóðir.

 

Italsk drívmegi og enskt tolsemi

 

Spurningurin, ið meginparturin setir, tekur útgangsstøði í vakra silvursteypinum. Nevniliga, hvør stendur eftir sum vinnari av hesum vakra steypi, sum eisini er kjarnin í EM undankappingini.

 

 

 

Italska liðið hevur tikið øll á bóli við ágangandi álopsspæli. Roberto Mancini hevur kollvelt ítróttarligu áskoðanina á landsliðnum, sum partleysi áskoðarin lættiliga kann skriva undir uppá. Italia er nevniliga kendir fyri skipaðum verjuspælið, eldhuga og smølum sigrum. Nakað av hesum sóu vit aftur í EM semifinaluni, tá ið italski hópurin basti spaniólum eftir brotssparkskapping. Spennandi verður at síggja hvørja tilgongd italska liðið fer at hava til finaluna sunnudagin.

 

 

 

Onglendingar hava eins og Italia verið væl skipaðir til hesa EM undankappingina. Teir hava bert latið eitt mál inn, ið varð skorað av danska stjørnuskotinum, Mikkel Damsgaard, uppá eitt beinleiðis fríspark. Verjan er stinn, miðjan tung og álopið lívsfarligt fyri alheimsins verjur. Tó kann sigast, at onglendingar byrjaðu undankappingina við heldur afturhaldnum spæli, sum fekk kritikkararnar at vakna. Síðani søta 2-0 sigurin á Týsklandi hava teir tó fingið hol á, og spæla teir eisini meira flótandi. Fótbóltsserfrøðingar hava fleiri ferðir víst á, at ein styrki á enska liðnum er, at teir megna at toga leikferðina niður á eitt ávíst støði, og harvið stýra dystinum.

 

 

 

Vit eru øll spent uppá dystin, huglagið rundan um dystin og ikki minst at síggja endaliga úrslitið.