Í kvøld klokkan 20 verður EM-finalan millum Italia og Ongland. Eftir 50 dystir og 140 mál, eru vit komin til sjálva finaluna, sum verður á Wembley í London.
Ongland kann vinna EM á fyrsta sinni, og sítt fyrsta steyp síðani HM í 1966, sum eisini var á heimavølli. Italia hevur bara vunnið EM eina ferð. Tað var í 1968 á heimavølli. Síðani hevur Italia vunnið HM tvær ferðir, men í EM hevur liðið einki vunnið. Tvær ferðir hevur endastatiónin verið finalan. Í 2002 og 2012.
Tað eru tí tvær svangar stórar fótbóltstjóðir, sum bresta saman á Wembley. Ongland hevur bara latið eitt mál inn í øllum endaspælinum, meðan Italia ikki hevur tapti í 33 dystum upp í slag. Tað leggur upp til ein dyst við sterkum verjuspæli, men hetta EM-endaspælið hevur eisini givið okkum nakar framúr fótbóltsdystir, tá metingini hevur sagt tað sama.
Italia er uttan Leonardo Spinazzola, sum hevur spælt væl á vinstra bakkinum. Hjá Onglandi eru nú meldingar um, at Phil Foden er ivasamur til dystin í kvøld. Tað verða 65.000 áskoðarar á Wembley í kvøld, men bara eitt túsund úr Italia. Tað meta fleiri er ein ósportligur fyrimunur, sum Ongland hevur fingið. Spurningurin er so, um tað verður dystaravgerandi.
EM-finalan:
Italia – Ongland (20.00)
Dómari: Björn Kuipers
Leikvøllur: Wembley (London)
Møguligar uppstillingar:
Italia (4-3-3): Donnarumma – Di Lorenzo, Bonucci, Chiellini, Emerson – Verratti, Jorginho, Barella – Chiesa, Immobile, Insigne
Ongland (4-2-3-1): Pickford – Walker, Stones, Maguire, Shaw – Philips, Rice – Saka, Mount, Sterling – Kane