17 dagar eftir, at 24 tjóðir møttu í Norra, Svøríki og Eysturríki at dystast um Evropameistaraheitið, eru bert tvær eftir.
Ráðandi Evropameistararnir, Spania bresta saman við Kroatia í EM-finaluni í dag klokkan 15.30.
Finalan kann eitt nú síggjast á danska TV2, íslendska RÚV ella ensktmælta EHFTV.
(Trýst her fyri at síggja beinleiðis stroymingina hjá EHFTV)
Spania kann vinna EM fyri aðru ferð í søguni - og aðru ferð á rað, meðan Kroatia ongantíð áður hevur roynt at vunnið EM-gull.
Eingin kroatiskur leikari hevur smakkað gull
Hetta er triðja ferðin, at Kroatia er í einari EM-finalu, men bæði í 2008 og 2010 endaði tað við silvuri aftanfyri ávikavist Danmark og Frakland. Í 2009 tapti Kroatia eisini HM-finaluna ímóti Fraklandi.
Seinasta Kroatiska gullið til eitt endaspæl var OL í 2004, sum kom stutt eftir einasta HM-gullið í 2003. Kroatia hevur eitt gullmerkið afturat frá OL í 1996.
Eingin kroatiskur leikari á liðnum í dag hevur roynt at vunnið gull við eitt endaspæl, men Domagoj Duvnjak og Zlatko Horvat vóru við til øll trý silvurmerkini í 08, 09 og 10.
Men ein var við í bæði gullárunum og silvurárunum: Venjarin, Lino Cervar. Hann stjórnaði Kroatia frá 2002 til 2010, áðrenn hann takkaði fyri seg, 59 ára gamal.
Fyri trimum árum síðani játtaði hann at venda aftur, og nú er hann aftur í einari EM-finalu. Tíggju ár eldri, men framvegis við framúr hondbóltsheilanum.
Spania hevur nógv silvur
Hetta er sætta ferðin og triðja ferðin á rað, at Spania er í einari EM-finalu, men bert einaferð fyrr hevur tað eydnast at vunnið gullið.
Spania mátti takka fyri silvurmerki í 1996, 1998, 2006 og 2016, meðan tað endiliga eydnaðist at vinna gullið í 2018 við sigri á Svøríki í finaluni. Finalan var spæld í Kroatia.
Í HM-høpið hevur Spania tvey gullmerki. Frá 2005 og 2013. Har eru fleiri leikarar eftir frá gullinum í 2013 og meginparturin er eftir frá EM-gullinum í 2018. So royndirnar munnu vera til spanskan fyrimun í dag.
Liðini bæði hittust eisini mikudagin. Tað endaði við javnleiki 22-22, so ein tøtt EM-finala er í væntu. Kortini skulu vit ikki leggja alt ov nógv í ábendingarnar frá mikudegnum, tí tá høvdu liðini bæði longu tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.