EM-fótbóltur: Ongland og Skotland hittast

Fótbóltur: Lutakast millum tveyararnar í innleiðandi bólkunum lagaði tað soleiðis, at Ongland og Skotland skulu hittast

Tað er ikki altíð, at eydnan er við tær í lutakasti, og tað má vera niðurstøðan hjá Kevin Keegan og Graig Brown, sum eru landsliðsvenjarar hjá Onglandi og Skotlandi.

Tað er neyvan ov nógv sagt, at hetta júst var tann dysturin, sum teir báðir, fyri alt í verðini, vildu sleppa undan.

Orsøkin er tann einfalda, at tað millum londini í ítróttarligum samanhangi í øllum førum, er eitt so stórt »hatur«, at tað hálva so ruddiliga hevði verið nóg mikið.

Og nú skulu londini bæði hittast í avgerandi kvalifikatiónsdystum hvør teirra skal við í EM endakappingina, sum verður í Hollandi og Belgia í summar.

Ognland og Skotland hava spælt nógvar innanhýsis dystir, men seinnu árini hava teir ikki verið so nógvir í tali.

Tað er eingin loyna, at allir leikararnir geva alt tað teir eiga í sær, og so eitt sindur afturat, tí her er veruliga talan um »prestigudystir«, og tað í ólukkumát.

Við hesum úrslitinum er so greitt, at tað í mesta lagi kunnu koma tvey bretsk landslið við til endakappingina. Annaðhvørt Ongland ella Skotland vera eftir heima, av teirri einføldu orsøk, at tey spæla móti hvørjum øðrum. Hinvegin hevur Írland eisini ein møguleika, tí teir skulu spæla móti Turkalandi í sínum kvalifikatiónsdysti.

Hjá teimum báðum Keegan og Brown er einasti uggin, at teir kunnu klára ferðingina antin í egnum bili ella í toki, tí teinurin teir skulu ferðast er ikki so langur.