EM-fótbóltur: Danir skulu til Ísraels

Fótbóltur: Hóast Ísrael hevur staðið seg sera væl í innleiðandi umfarinum, so var tað neyvan ringasta lutakasti danir fingu

Lutakastið um hvussu tveyararnir skulu spæla sínamillum hevur verið og fyri danir endaði tað við, at teir skulu ein túr til Ísraels at spæla.

Dystirnir verða leiktir soleiðis, at danir skulu út at ferðast fyrst, og tað kann gott fara at vísa seg at vera ein fyrimunur fyri teir.

Danski landsliðsvenjarin Bo Johansson, segði stutt eftir lutakasti, at teir kenna sera lítið til ísraelskan fótbólt, men at teir nokk skulu fáa tað at vita, sum teimum nýtist áðrenn dystirnar.

Ísrael hevur annars staðið seg framúr væl í hesum innleiðandi umfarinum, har teir millum annað vóru í bólki saman við Spania, Kypros og Eysturríki.

Áðrenn seinasta umfar var støðan tann, at ísraelar vóru nummar tvey og bara ikki kypriotar vunnu sín dyst, so vórðu teir nummar tvey.

Ísrael tapti 3-0 fyri Spania í síðsta umfari, men av tí at Kypros eisini tapti so var støðan greið. Ísrael varð nummar tvey, og við lutakastinum í dag varð avgjørt, at teir skulu hitta Danmark.

Tað er tó sera torført at útnevna nakran favoritt í hesum førinum, tí bæði liðini hava sínar góðu og minnu góðu løtur, men hava vit í huga seinasta dyst dana í kappingini - tann móti Italia - so eigur at bera til hjá dønum at knógva ísraelum, men livst so spyrst.