EM í fótbólti byrjar í morgin

Svøríki eru vertir fyri EM í kvinnufótbólti, og kappingin byrjar í morgin við luttøku av heilum fimm norðurlendskum londum.

 

Vertirnir Svøríki eru eitt norðurland av trimum í bólki A, meðan Noregi og Ísland eru í bólki B.

 

EM byrjar sum nevnt í morgin, og fyrsti dysturin verður klokkan 17.00 í bólki A millum Italia og Finland. Klokkan 19.30 møtast so arvafíggindarnir, Svøríki og Danmark.

 

12 long taka lut í EM, og tey eru býtt upp í tríggjar bólkar.

 

Bólkur A:

Danmark

Finland

Italia

Svøríki

 

Bólkur B:

Týskland

Ísland

Holland

Noregi

 

Bólkur C:

Ongland

Frakland

Rusland

Spania

 

Týskland er saman við nøkur av norðurlendsku liðunum millum favorittarnar, men tað má tó sigast, at bólkur C sær sterkastur út.

 

Danmark (myndin) og Svøríki áttu at komi sær víðari frá bólki A, meðan Týskland og Noregi eru favorittar í bólki B. Bólkur C er ein krúttunna, men kanska Ongland og Frakland eru bestu boðini har.

 

Eurosport vísir frá kappingini.