Á triðja sinni í hesum EM-endaspælinum leikti eysturríkska manslandsliðið í hondbólti javnleik.
Í kvøld leikti Eysturríki javnleik 22-22 móti týsku vertunum í millumbólki 1 í Köln. Eysturríki var á odda 21-16, men seinastu 10 minuttirnar gekk illa at skjóta mál, og so kundi Týskland spakuliga eta eysturríksku leiðsluna upp. Týskland hevði seinasta álopið í dystinum, men tað eydnaðist eysturríkarum at bjarga sær javnleikin, ið teir vóru nøgdir við.
Í steðginum var Eysturríki á odda 12-11.
Constantin Möstl í eysturríkska málinum var við góðum rætti valdur at vera dagins maður. Hann bjargaði heili 47,22 prosent av týsku málroyndunum.
Eysturríkarar hava enn ikki tapt í hesum EM-endaspælinum. Teir hava leikt javnt móti bæði Kroatia og Spania í innleiðandi bólkaspælinum, og nú javnleik móti Týsklandi í millumumfarinum.
Týskland - Eysturríki 22-22 (11-12)
Týskland: Juri Knorr 6, Timo Kastening 4, Johannes Golla 3, Julian Koster 3, Lukas Mertens 2, Kai Hafner 1, Rune Dahmke 1, Martin Hanne 1, Christoph Steinert 1.
Eysturríki: Mykola Bilyk 5, Sebastian Frimmel 3, Robert Weber 3, Boris Zivkovic 3, Tobias Wagner 3, Lukas Hutecek 3, Markus Mahr 1, Lukas Herburger 1.
HER ber til at síggja samandráttin frá Eurohandball frá dystinum millum Týskland og Eysturríki:
##med2##
Ungarn - Kroatia 29-26 (14-13)
Ungarn : Bence Imre 7, Richard Bodo 5, Mate Lekai 4, Gergo Fazekas 3, Gabor Ancsin 3, Bence Banhidi 2, Bendeguz Boka 2, Dominik Mathe 1, Adrian Sipos 1, Zoran Ilic 1.
Kroatia : Tin Lucin 5, Filip Glavas 5, Zvonimir Srna 3, Luka Klarica 3, Igor Karacic 3, Mateo Maras 2, Veron Nacinovic 2, Tomislav Kusan 1, Marin Jelinic 1, Luka Cindric 1.
Ísland-Frakland 32-39 (14-17)
Ísland: Viggó Kristjánsson 6/1, Óðinn Þór Ríkharðsson 6, Elliði Snær Viðarsson 6, Haukur Þrastarson 4, Elvar Örn Jónsson 3, Gísli Þorgeir Kristjánsson 2, Ómar Ingi Magnússon 2/1, Arnar Freyr Arnarsson 1, Aron Pálmarsson 1, Janus Daði Smárason 1.
Bjargingar: Viktor Gísli Hallgrímsson 6, 16,2% - Björgvin Páll Gústavsson 0.
Frakland: Melvyn Richardsson 6, Ludovig Fabregas 6, Dika Mem 5, Nedim Remili 5, Nikola Karabatic 3, Benoit Kounkoud 2, Luka Karabatic 2, Nicolas Tournat 2, Élohim Prandi 2, Hugo Descat 2/1, Dyklan Nahi 2, Yanis Lenne 1, Karl Konan 1.
Bjargingar: Samir Bellahcene 13/1, 30,2% - Rémi Desbonnet 2/1, 66,7%. (Hagtøl: handbolti.is)
Støðan:
Millumbólkur 1:
1 Frakland 3 dystir 6 stig
2 Ungarn 3 dystir 4 stig
3 Eysturríki 3 dystir 4 stig
4 Týskland 3 dystir 3 stig
5 Kroatia 3 dystir 1 stig
6 Ísland 3 dystir 0 stig
22/1 klokkan 14.30: Kroatia-Ísland
22/1 klokkan 17.00: Frakland-Eysturríki
22/1 klokkan 19.30: Týskland-Ungarn
24/1 klokkan 14.30: Eysturríki-Ísland
24/1 klokkan 17.00: Frakland-Ungarn
24/1 klokkan 19.30: Týskland-Kroatia











