Talan er um endaspælið hjá U17-kvinnum, sum verður í Føroyum í mai/juni 2021. Átta lið koma at kappast um at verða evropameistari hjá U17-kvinnum. Føroyar koma at luttaka sum vertir, og hini sjey londini kvalifisera seg til endaspælið.
Dystirnir verða leiktir á Svangaskarði og á Tórsvølli. Væntandi koma umleið 300 fólk til Føroya í samband við endaspælið. Hetta eru leikarar, hjálparfólk, dómarar, UEFA-umboð og miðlafólk.
- Flestu fólkini fara óiva at búgva í Havn, men í 2021 verður koyrandi gjøgnum Eysturoytunnlin, so stutt verður millum leikvallir og ymisku hotellini, siga tey í Nes kommunu í dag.
Í samband við fyrireiking av endaspælinum eru tvey umboð frá UEFA í hesum døgum í Føroyum og hyggja at umstøðunum, og í góðveðrinum í morgun vóru tey á Svangaskarði.
Á myndini (oman fyri) síggja vit frá vinstru: Jóhannus Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, Ines Lauber (UEFA), Noemie Beney (UEFA), Kristin Dam Ziska, varðaaðalskrivari í FSF og Andrass Thomsen, landsliðssamskipari í FSF.