EM: Elias og Óli vera nevndir millum stóru talentini

Heimasíðan hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF nevnir tveir føroyingar millum sjey tey fremstu talentini í EM-endaspælinum

Til undanfarnu U20 og U18-endaspølini í hondbólti hjá monnum hevur evropeiska hondbóltssamgongan, EHF havt eitt serligt átak í samstarvi við gomlu stórleikararnar, Ivano Balic, Vid Kavticnik, Victor Tomas, Stefan Lövgren og Carlos Prieto. 

 

Átakið eitur: "Respect Your Talent". Millum teir sum hava fingið heiðurin at vera partur av Respect Your Talent eru okkara egnu Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 

EHF nevnir nú á heimasíðu sínari sjey ungar leikarar, ið veruliga kunnu gera vart við seg í EM-endaspælinum í Týsklandi. Av hesum sjey nevndu eru tveir føroyingar: Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 

Um Elias skrivar EHF, at loftið er sera høgt hjá Eliasi, ið er ein av toppleikarunum, ið er avgjørt verdur at síggja undir EM-endaspælinum. Drigið verður eisini fram, at Elias hevur higartil skotið 33 mál fyri THW Kiel í Champions League.

 

Um Óla verður drigið fram, at hann skoraði heili 80 mál í U18 EM-endaspælinum í 2022, og heili 87 mál í U19 HM-endaspælinum í 2023. Hartil hevur Óli gjørt tað framúr fyri Sävehof í EHF European League. 

 

Hinir fimm ungi talentini, ið eru nevnd eru 18 ára gamli høgri bakkurin hjá Portugal, Francisco Costa. 21 ára gamli vinstru bakkurin hjá Serbia, Miloš Kos. 20 ára gamli málverjin hjá Kroatia, Dominik Kuzmanović. 20 ára gamli málverjin hjá Týsklandi, David Späth og 22 ára gamli høgri bakkurin hjá Ungarn, Zoran Ilic.