EM: Ein ør føroysk veitsla í Berlin

Stóri týski ítróttarmiðilin, Sport am Bild er sera hugtikin av teimum 5.000 føroysku áskoðarunum

Yvirskriftin hjá Sport am Bild

- Ein ør føroysk veitsla í Berlin. Soleiðis ljóðar yvirskriftin í stóra týska ítróttarmiðlinum Sport am Bild.

 

- 10 prosent av íbúgvarunum eru til Hondbólts-EM. Soleiðis ljóðar undiryvirskriftin.

 

Fantastisku føroysku áskoðararnir, og veruleikin, at 10 prosent av einari heilari tjóð er til EM-endaspælið er veruliga farið inn í hjartað á Jens Nagler hjá Sport am Bild.

 

Jens Nagler er eisini hugtikin av hvussu væl og rungandi føroysku áskoðararnir stuðlaðu sínum liði. 

 

Jens Nagler undirstrikar eisini, at Føroyar hava bert tapt 29-32 yvirfyri liðnum, ið vann HM-bronsu í 2017, og sum gjørdist nummar 4 í EM-endaspælinum í 2020.

 

 

 

 

 

 

 

Yvirskriftin hjá Sport am Bild