EM: Didier Deschamps hevur tikið út franska hópin

N'Golo Kanté sum ikki hevur verið á landsliðnum síðani 2022 er úttikin

Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps hevur tikið út hópin hjá Fraklandi til EM-endaspælið í Týsklandi.

 

Frakland er í bólki saman við Eysturríki, Niðurlondum og Pólandi.

 

Heldur óvæntað hevur Didier Deschamps tikið út miðvallaran, N'Golo Kanté sum ikki hevur verið við á landsliðnum síðani 2022.

 

N'Golo Kanté spælir við Al-Ittihad í bestu saudisku fótbóltsdeildini.

 

HER er franski EM-hópurin:

 

 

 

Málverjar: Alphonse Areola (West Ham), Mike Maignan (AC Milan), Brice Samba (Lens)

 

Verjuleikarar: Jonathan Clauss (Marseille), Ibrahima Konate (Liverpool), William Saliba (Arsenal), Jules Kounde (Barcelona), Theo Hernandez (AC Milan), Ferland Mendy (Real Madrid), Benjamin Pavard (Bayern Munich), Dayot Upamecano (Bayern Munich)

 

Miðvallarar: N'Golo Kante (Al-Ittihad), Eduardo Camavinga (Real Madrid), Adrien Rabiot (Juventus), Antoine Griezmann (Atletico Madrid), Aurelien Tchouameni (Real Madrid), Warren Zaire-Emery (Paris St-Germain), Youssouf Fofana (Monaco)

 

Áleyparar: Kylian Mbappe (Paris St-Germain), Bradley Barcola (Paris St-Germain), Ousmane Dembele (Paris St-Germain), Kingsley Coman (Bayern Munich), Marcus Thuram (Inter Milan), Randal Kolo Muani (Paris St-Germain), Olivier Giroud (AC Milan)