VIDEO EM: Danmark vann bólk F við fullum stigatali

Danmark vann trivaligan sigur á Portugal í innleiðandi bólki F

Tveir dystir eru leiktir í innleiðandi EM-bólki F í München í kvøld.

 

Danmark vann tíggjumálssigur á Portugal, og vinnur harvið bólk F við fullum stigatali, seks stigum. Danmark tekur tvey stig við sær til millumumfarið, har teir í millumbólki 2 í Hamburg skulu spæla móti Niðurlondum, Svøríki, Slovenia og Noreg. Portugal fær einki stig við sær í millumbólk F.

 

Kekkia vann eisini trivaligan sigur á Grikkalandi, men má eins og Grikkaland ferðast heim nú. 

 

Havnarmaðurin, Jóhan á Plógv Hansen var ikki við á liðnum hjá Danmark í kvøld. Niklas Landin hevði 18 bjargingar í danska málinum, og átti stóran leiklut í sigrinum.

 

Danmark - Portugal 37-27 (17-15)

Danmark : Mathias Gidsel 11, Simon Pytlick 7, Mikkel Hansen 5, Lukas Jørgensen 3, Emil Jakobsen 3, Hans Lindberg 3, Magnus Landin 2, Rasmus Lauge 1, Magnus Saugstrup 1, Niclas Kirkeløkke 1.

 

Portugal : Martim Costa 9, Francisco Costa 5, Pedro Portela 4, Migeul Martins 3, Luis Frade 2, Fabio Silva 1, Salvador Salvador 1, Goncalo Vieira 1, Gilberto Duarte 1. 

 

Kekkia - Grikkaland 29-20 (15-8)

Kekkia : Jakub Sterba 7, Dominik Solak 4, Stanislav Kasparek 4, Matej Klima 3, Jaroslav Trkovsky 3, Vit Reichl 2, Tomas Piroch 2, Jonas Patzel 1, Vojtech Patzel 1, Lukas Morkovsky 1, Matej Havran 1.

 

Grikkaland : Christos Kederis 5, Theodoros Boskos 4, Achilleas Toskas 3, Anastasios Papadionysiou 2, Evangelos Arampatzis 1, Savvas Savvas 1, Nikolaos Liapis 1, Charalampos Mallios 1, Dimitrios Tziras 1, Stefanos Michailidis 1. 

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Danmark og Portugal:

 

##med2##